Góðan morgun Føroyar

Upplestur í húsunum hjá Katrinu Christiansen
22-11-2016
Tríggir leikarar lesa seks stuttsøgur á trimum hæddum. Vit vilja varpa ljós á føroyskar stuttsøgur, siga fyrireikararnir


Hóskvøldið 24. november verða nýumvældu húsini hjá Katrinu Christiansen í Bringsnagøtu í Havn karmur um eitt nýtt tiltak, sum hevur fingið heitið Sjeystjørnur.

Heitið hevur tilsipingar til William Heinesen, sum er føddur har í húsinum og skrivaði "Tornið við heimsins enda" á kvistinum á ovastu hædd, og til bókina "Móðir sjeystjørna", sum snýr seg um kærleika av ymiskum slag.

Júst kærleiki av ymiskum slag er ein av felagsnevnarunum fyri tær sjey stuttsøgurnar, ið verða at hoyra.

Fleiri stuttsøgusøvn eru givin út seinastu árini og aðalendamálið við tiltakinum er at varpa ljós á stuttsøgurnar og hartil leita aftur til gamla frásagnarsiðin, har vit tey myrku kvøldini savnast í stovuni inni at lurta eftir søgum.

Stuttsøgurnar, ið verða at hoyra eru eftir Sólrún Michelsen, Hanus Kamban, Ingun Christensen, Sámal Soll, Oddvør Johansen, Arnbjørn Dalsgarð og Katrin Ottarsdóttir. Tey trý, ið fara at lesa søgurnar eru Gunnvá Zachariasen, Hans Tórgarð og Mariann Hansen.

Tiltakið fer fram á øllum trimum ovastu hæddunum í húsunum, og á hvørjari hædd er ein upplesari, sum fortelur tvær til tríggjar stuttsøgur. Áhoyrararnir verða deildir upp, soleiðis at byrjað verður á øllum trimum hæddum í senn, og tá umleið ein hálvur tími er farin, flyta áhoyrararnir úr einari hædd í aðra at lurta eftir hinum søgunum. Á hvørjari hædd verður eisini ymiskt gómagott bjóðað sum part av atgongumerkinum.

Sjeystjørnur er eisini ein upptakt til árligu Bókadagarnar í Norðurlandahúsinum, sum verða leygardagin og sunnudagin 26.-27. november. Tiltakið verður hóskvøldið 24. november kl. 20.00 og tað eru FarLit, Hafnia og Norðurlandahúsið, ið standa fyri tiltakinum og Tórshavnar Kommuna hevur stuðlað.

Atgongumerki á 150 kr fæst á Hafnia, í Norðurlandahúsinum og við dyrnar um atgongumerkir eru eftir.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024