Ongar samráðingar um norðhavssildina

Ongar samráðingar um norðhavssildina
Hóast bæði Føroyar og ES siga seg vilja samráðast um norðhavssildina og býtið í 2013, verða ongar slíkar samráðingar, tí hini trý strandalondini vilja ikki vera við
Strandalondini vísa aftur at taka samráðingar um sildakvoturnar uppaftur.
Mynd: Mynd av norskum nótabáti  
 
23.07.2013 - 10:00

Russland, sum hevur formansskapin í ár í samstarvinum millum strandalondini, sigur kortanei. Russland sendir eingi fundarboð um nýggjar samráðingar um býtið í 2013.

Norra og Ísland nokta eisini
Og Norra og Ísland vilja heldur ikki samráðast um 2013, tí nøkur skip hava longu fiskað kvotuna, tey fingu í ár.

Útvarpið hevur fingið innlit í teldupostsamskiftið millum samráðingarleiðararnar.

Tað byrjar við, at russiski samráðingarleiðarin, Yuri Lepesevich, vísir aftur at boða til fundar í síðstu viku. Tað gjørdi hann 12.juli.

Mugu taka annað skinn um bak
Sama dagin svarar íslendski samráðingarleiðarin, Kristján Freyr Helgason, at hann er samdur við russiska starvsfelagan. Hann sigur eisini, at tað einasta, Føroyar kunnu gera fyri at endurskoða sína kvotu í 2013, er at taka annað skinn um bak og fara undir samráðingar fyri næstu árini.

Og dagin eftir, 13.juli, svarar Sigrun Holst úr Norra, at í Norra er sildakvotan fyri 2013 longu býtt millum skipini. Og Føroyar eiga at strika hækkaðu kvotuna fyri 2013, sigur Sigrun Holst.

Flyta tíðarskeiðið fyri fundin
Men londini taka undir við einum semingsuppskoti úr Íslandi, sum er at flyta samráðingarfundin fyri 2014 og árini eftir 2014 hálvan annan mánað, so hann verður fyrst í september í staðin fyri hálvan oktober. Ísland hevur formansskapin í 2014. Íslendska uppskotið er at hava fund í London 2. og 3.september.             

Føroyar hava ongan góðan
Føroya hava ongan góðan, tá talan er um sildakvotuna fyri 2013, sum er 17 prosent av tí, sum fiskifrøðingar halda er ráðiligt at fiska. Hini londini siga, at føroyski luturin er knappliga 5,2 prosent.

Heldur ikki Ísland er í okkara parti, hóast Føroyar og Ísland eru í einum báti, tá talan er um makrel.

Í einum brævi frá Steingrími J. Sigfússyni 26. mars (Sigfússon var fiskimálaráðharri í Íslandi tá) til Jacob Vestergaard, harmast ráðharrin um føroysku sildakvotuna. Royndir vísa, at tað kann taka langa tíð at fáa nýggja semju um býtið, nú Føroyar hava sett semjuna frá 2007 til viks.

Torført at endurskoða býtið
Tað kann væl vera, at neyðugt er endurskoða býtið, men eg stúri fyri, at føroyska avgerðin fer at gera tað torført at endurskoða býtið.

Serliga, tá hugsað verður um, at stovnurin hjá norðhavssildini er minkaður niður í helvt seinastu fýra árini. Veiðan nú byggir á tríggjar sterkar árgangir, sum skjótt hvørva úr fiskiskapinum og lítið legst afturat, sigur Steingrímur J. Sigfússon í brævinum til Jacob Vestergaard.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297