Rækjutrolari farin at taka ímóti makreli

Rækjutrolari farin at taka ímóti makreli
Ólavur Nolsøe hevur fingið loyvi frá Fiskimálaráðnum at virka sum móttøkuskip.
Rækjutrolarin Ólavur Nolsøe er farin attaka ímóti makreli í føroyskum sjógvi
Mynd: Savnsmynd  
 
12.07.2013 - 17:15

Rækjutrolarin Ólavur Nolsøe, sum varð keyptur til Fuglafjarðar fyrr í summar og kom undir føroyskt flagg 28.juni, fór sín fyrsta túr í gjárkvøldið.

Smápartafelagið JNO eigur trolaran, sum er keyptur úr Íslandi, har hann hevði navnið Rex. Hann er bygdur í Norra í 1986. Ólavur Nolsøe kann fiska rækjur í altjóða sjógvi og við Svalbard. Hann hevur fyribils rækjuloyvi, avmarkað til árið 2013. Men tað er tó ikki eftir rækjum, at hann fór út í gjárkvøldið.

Sambært Netavísin.fo er Ólavur Nolsøe farin at taka móti makreli í føroyskum sjógvi. Hann hevur fingið loyvi frá Fiskimálaráðnum at virka sum móttøkuskip.

Skipari er Jón Nolsøe Olsen, og við er 23 fólk, 22 menn og ein ung kvinna, skrivar Netavísin.fo.

Nú eru aftur seks rækjutrolarar í føroyska flotanum. Sermilik II hevur eisini avmarkað fiskiloyvi, sum er galdandi hetta árið. Hinir rækjutrolararnir eru Havborg, Arctic Viking, Varðborg og Akraberg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297