Besta føroyska úrslitið í amboðsfimleiki higartil

Besta føroyska úrslitið í amboðsfimleiki higartil
Aron D. Jacobsen vann um vikuskiftið gull í beinsveiggi í norðurlanda meistarakappingini í Oslo
08.04.2024 - 17:24

Aron D. Jacobsen vann um vikuskiftið gull í beinsveiggi í norðurlanda meistarakappingini í Oslo. Sambært fimleikasambandinum er hetta besta úrslitið, sum nakar føroyskur amboðsfimleikari hevur fingið til altjóða kapping. 

Í innleiðandi kappingini fekk Aron Jacobsen 13.600 stig, og vann sær pláss í finaluni sum hin fremsti.

Úrslitið í finaluni var hitt sama. Føroyski íðkarin, sum síðsta árið hevur lagt seg serliga eftir beinsveiggi og lagt hinar greinirnar til síðis, vann við sama stigatali frammanfyri Marcus Pietarinen úr Finlandi og David Rumbutis úr Svørríki, sum báðir fingu 13.533.

Hetta var seinasta kappingin hjá Aroni D. Jacobsen fyri summarsteðgin. Seinni í ár skal hann kappast um norðurevropeisku meistaraheitini. 
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216