- Tíðindi, mentan og ítróttur
Semingsroyndin á privata arbeiðsmarknaðinum er byrjað
Semingsroyndin er byrjað í sambandi við sáttmálasamráðingarnar á privata arbeiðsmarknaðinum, sum slitnaðu fríggjadagin.
Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur í stuttari viðmerking við útvarpið fyri løtu síðani, at partarnir hittast nú klokkan 10, og ætlanin er at halda á, til tað røkkur ella støkkur.
Forfundir hava verið í gjár og fyrradagin við partarnar hvør sær.
Partarnir handaðu krøvini 22. mars, og fyrsti samráðingarfundur var 4. apríl.
Føroya arbeiðarafelag, Havnar arbeiðarafelag, Klaksvíkar arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar arbeiðsmannafelag hava samráðst saman við Arbeiðsgevarafelagið, meðan Havnar arbeiðskvinnufelag hevur havt samráðingar fyri seg.
Semingsstovnurin hevur útsett ein møguligan arbeiðssteðg til fríggjadagin 10. mai á midnátt.
Ikki fingið fundarboð
Í samráðingunum millum Havnar arbeiðskvinnufelag og arbeiðsgevararnar hava arbeiðsgevararnir sent boð eftir semingsstovninum. Tað hendi eisini fríggjadagin.
Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar arbeiðskvinnufelag, sigur við útvarpið, at semingsstovnurin spurdi, um felagið vildi sita saman við hinum feløgunum í eini semingsroynd.
- Tað hava vit einki ímóti. Men enn hava vit ikki fingið fundarboð, sigur Vígdis Johannesen.