Sjey fólk á sjúkrahúsi, hóast tey eru frísk

Sjey fólk á sjúkrahúsi, hóast tey eru frísk
Lógaruppskot verður fyrireikað um heimild til at áseta gjald fyri  liðugt viðgjørdar sjúklingar, sum framvegis eru á sjúkrahúsi, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna
Til og við apríl í ár hava 47 frísk fólk verið á sjúkrahúsi, síðani skrásetingin byrjaði í 2020. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
07.05.2024 - 09:08

Tann 30. apríl vóru sjey fólk á sjúkrahúsi í Føroyum, hóast tey vóru frísk.

Onkur teirra hevur verið har í átta mánaðir.

Tey vóru har, tí tey hava ongastaðni at fara.

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna, í svari til Helga Abrahamsen, løgtingsmann, sum spurdi um liðugt viðgjørdar sjúklingar á sjúkrahúsunum.

Talið hevur verið á leið tað sama øll árini, síðani skrásetingin byrjaði í 2020.

 

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum. (Savnsmynd)

 

876 seingjardagar

Til og við apríl í ár hava 47 frísk fólk verið á sjúkrahúsi, átta yngri enn 67, og 39 eru 67 ár ella eldri.

Tey hava havt 876 seingjardagar.

Margit Stórá sigur, at lógaruppskot verður fyrireikað um heimild til at áseta gjald fyri liðugt viðgjørdar sjúklingar, sum framvegis eru á sjúkrahúsi.

Slík skipan er longu í grannalondunum. Har virkar hon væl, sigur Margit Stórá.

Kommunurnar og Almannaverkið verða kravd eftir gjaldinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216