Ísrael hevur aftur lopið á Rafah, men samráðingarnar halda fram

Ísrael hevur aftur lopið á Rafah, men samráðingarnar halda fram
Hamas tekur undir við vápnahvíld, men Ísrael góðtekur ikki uppskotið
Fólk í Rafah fingu boð um at flýggja, áðrenn Ísrael aftur leyp á býin.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
07.05.2024 - 08:23

Samráðingarnar millum Ísrael og Hamas um vápnahvíld, at gíslar skulu latast leysir og at neyðhjálp skal til allar partar í Gasa, halda fram í dag. 

Tað sigur uttanríkisráðið í Katar. 

Yvirgangsfelagsskapurin Hamas boðaði í gjárkvøldið frá, at hann tekur undir við at leggja vápnini og at útflýggja Ísrael gíslar. 

Uppskotið um vápnahvíld er í trimum stigum, og snýr seg m.a. um 84 daga vápnahvíld, at gíslar skulu latast leysir, neyðhjálp og at Gasa skal byggjast upp aftur. 

Men Ísrael góðtekur ikki uppskotið, tí tað lýkur ikki ísraelsku krøvini.

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, segði í gjárkvøldið, at ísraelska krígsráðið hevur samtykt at halda fram við álopunum í Rafah fyri at leggja trýst á Hamas um at lata gíslarnar leysar.

Í gjárkvøldið fór Ísrael undir nýggj álop á Rafah. Ísraelski herurin sigur, at '50 yvirgangsmál' vóru rakt í luftálopunum á býin í gjár.

 

Síðani 7. oktober er neyðhjálp flutt um marknaliðið í Rafah, men nú er hjálpin steðgað, siga hjálparfelagsskapir. (Mynd. Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Hevur valdið á marknaliðnum

Ísrael hevur tikið valdið á marknaliðnum millum Rafah og Egyptaland.

Tað skrivar ísraelska verjan á Telegram. 

Ísrael sigur, at marknaliðið verður nýtt til 'yvirgangsendamál'.

Síðani 7. oktober er neyðhjálp, sum er sloppin inn í Gasa, flutt um Rafah-marknaliðið. Henda hjálpin er nú steðgað, siga hjálparfelagsskapir. 

Ísraelski herurin sigur samstundis, at hann nú loypur á eystara part av marknabýnum Rafah, og at fólk eru rýmd úr meginpartinum av økinum, eftir at tey fingu boð um tað í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216