Danske Bank 5,6 milliardir í avlopi fyrsta ársfjórðing

Danske Bank 5,6 milliardir í avlopi fyrsta ársfjórðing
Stóra avlopið stavar í høvuðsheitum frá rentuinntøkum
Rentuinntøkurnar hjá Danske Bank fyrsu tríggjar mánaðirnar í ár vóru góðar níggju milliardir kr.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
03.05.2024 - 13:02

Tað eru ikki bara føroyskir bankar, sum hava góð úrslit fyrsta ársfjórðing í ár.

Úrslitið hjá Danske Bank er 5,6 milliardir kr. fyrsta ársfjórðing, sum eru níggju prosent meira enn somu tíð í fjør.

Stóra avlopið stavar í høvuðsheitum frá rentuinntøkum. Fyrstu tríggjar mánaðirnar fekk Danske Bank 9,1 milliard kr. í rentuinntøkum.

 

Føroya Banki 55 mió. í avlopi eftir skatt

Í gjár kunngjørdi Føroya Banki, at úrslitið er 55 mió. kr. eftir skatt fyrsta ársfjórðing. 

Tað var 61 mió. kr. í fjør.

Úrslitið í ár, sum bankin er nøgdur við, stavar í høvuðsheitum frá rentuinntøkum, avkasti á eginognini og eini góðari javnvág millum inntøkur og útreiðslur, sigur bankin.

Føroya Banki væntar, at úrslitið eftir skatt í 2024 verður millum 225 og 255 mió. kr

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216