Føroyska náttúran í Instagram-uppslagi hjá Justin Bieber

Føroyska náttúran í Instagram-uppslagi hjá Justin Bieber
Nýggjasta uppslagið á Instagram-vanganum hjá Justin Bieber er eitt videobrot við livandi myndum úr Føroyum.
 
01.05.2024 - 14:30

Justin Bieber. Ein popp-sensatión av teimum heilt stóru.

Hann er ein av teimum mest umrøddu tónleikarunum í nýggjari tíð, og ein av teimum tónleikarunum, sum hevur allarflest fylgjarar í heiminum. 

Hittini "Baby", "Sorry" og "What Do You Mean?" eru øll stroymd milliardir av ferðum bara á YouTube, og fleiri enn 292 milliónir brúkarar fylgja honum á Instagram.

 

Føroyar myndaevnið í video

Týsdagin kom so eitt heldur serstakt og vakurt videobrot á vangan hjá Justin. 

Í videobrotinum eru livandi myndir av føroysku náttúruni, nærri útgreinað dronuupptøkur av Rituskor, Trøllagjógv og Ásmundarstakki norðarlaga í Suðuroynni, meðan ein mannfólkarødd leiðir hyggjaran ígjøgnum eina bøn.

Churchome-kirkjan, sum er kirkjan hjá Justin Bieber og konuni Hailey Bieber, er "taggað" í videobrotinum saman við Judah Smith, sum er talari í og knýttur at kirkjuni.

 

Boðar kristnaboðskapin á sínum pallum

Justin Bieber, sum mangan brúkar pallarnar hjá sær at breiða kristna boðskapin við, hevur eisini leingi verið opin um, at hann er trúgvandi. Og tað tykist sum, at nýggjasta uppslagið er ein røð av bønar-videobrotum í samstarvi við Churchome-kirkjuna.

Fyrst í marsmánaði kom eitt samsvarandi bønaruppslag á vangan hjá poppstjørnuni, har heitt var á brúkarar um at taka niður appina hjá kirkjuna, so tey kundu sleppa fram at enn fleiri bønum.

Nýggjasta uppslagið hjá Justin Bieber sæst her: 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216