Í dag verður vinningsbýtið staðfest

Í dag verður vinningsbýtið staðfest
Á aðalfundinum hjá Bakkafrosti í dag skal støða takast til uppskot frá nevndini um 8,70 kr í vinningsbýti fyri hvørt partabræv
Aðalfundurin verður í høvuðssætinum á Glyvrum.
 
30.04.2024 - 06:18

Á aðalfundinum hjá Bakkafrosti í dag skal støða takast til uppskot frá nevndini um 8,70 kr í vinningsbýti fyri hvørt partabræv.

Tað gevur góðar 515 mió. kr. í vinningsbýti fyri 2023.

59 milliónir og 227.607 partabrøv eru í Bakkafrosti.

Vinningsbýtið verður væntandi goldið 21.mai.

Ein nevndarlimur aftrat

Uppskot er um at velja allar nevndarlimir aftur.

Harafturat hevur valnevndin uppskot um at velja ein nevndarlim aftrat, norðmannin Alf-Helge Aarskov, sum hevur verið stjóri í Mowi.

Nevndin ásannar, at luturin hjá kvinnum í nevndini tí fer úr 33 prosentum niður í 29 prosent.

Men hetta er bara fyribils, tí Øystein Sandvik ætlar sær at fara úr nevndini næsta ár.

Uppskot er eisini um at hækka nevndarlønina slakar 10.000 kr., úr 245.100 kr. upp í 255.000 kr.

Formaðurin fær dupult so nógv, hann fær 510.000 kr. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216