Ásla ímóti Jóhannu í svensku steypafinaluni

Ásla ímóti Jóhannu í svensku steypafinaluni
Ásla Johannesen og Jóhanna Fossdalsá Sørensen bresta saman í svensku steypafinaluni mikudagin
Ásla Johannesen er liðskipari á føroyska landsliðnum og hevur spælt uttanlands í fleiri ár
Mynd: savnsmynd  
 
30.04.2024 - 15:34

Tveir føroyingar vera við, tá ið Piteå og BK Häcken bresta saman í svensku steypafinaluni í fótbólti mikudagin.

Ásla Johannesen skal umboða Piteå, sum er í síni fyrstu steypafinalu, meðan Jóhanna Fossdalsá Sørensen stillar upp fyri sigursvanda Häcken.

 - Hetta verður avgjørt eitt hæddarpunkt fyri meg í Svøríki - óansæð úrslitið: At vera við til at skriva søgu fyri felagið er stórt fyri meg, sigur Ásla Johannesen, sum hevur spælt í Piteå síðan síðsta summar, við portal.fo.

BK Häcken og Piteå spældu ímóti hvørjum øðrum um vikuskiftið. Jóhanna Fossdalsá Sørensen skeyt sítt fyrsta mál í Damallsvenskuni við brotssparki í dystinum, sum BK Häcken vann 3-1.

 


18 ára gamla Jóhanna Fossdalsá Sørensen hevur spælt mestsum fast fyri BK Häcken í 2024.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216