Sement 2024: "Gówa hevði uppiborið at vinna Sement"

Sement 2024: "Gówa hevði uppiborið at vinna Sement"
Dómararnir hildu, at Gówa var "ein samlaður pakki". Á øðrum plássi kom Ragnar Finsson, meðan Ása Helena Brynjardóttir bleiv nummar trý
Tað gjørdist bólkurin Gówa, við Onnu Sofíu Skoradal á odda, ið vann Sement í ár.
 
28.04.2024 - 14:01

Sement finalan var í gjárkvøldið, og tað gjørdist progressivi fusiónsbólkur Gówa, við Onnu Sofíu Skoradal á odda, sum fór við fyrstaplássinum. 

“Dómararnir hildu als ikki, at tað var trupult at velja vinnararnar,” staðfesti Sement-verturin, Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge, tá hon seint leygarkvøldið skuldi kunngera vinnararnar av Sement 2024.

Dómararnir hildu, at Gówa var "ein samlaður pakki" og tískil hevði uppiborið fyrsta plássi. Við sigrinum fylgir tíð í upptøkuhøli. 

Á øðrum plássi kom Ragnar Finsson. Tað var eisini Ragnar, sum fór avstað við vinninginum frá G! festivalinum - og tí fær eitt pláss á G! plakatini í summar.

Mynd: Tórsgøta á FB / Aura myndir

 

Ása Helena Brynjardóttir bleiv nummar trý. Hon vann, heldur óvæntað, plássið á skránni til Spot festivalin í Aarhus um eina viku.

Mynd: Tórsgøta á FB / Aura myndir
 

 

Hoyr innslag um Sement finaluna her: 

 

Sement_finalan
 

 

Hini, ið høvdu spælt seg í finaluna, vóru Ókendir, Jákup Eli og Ester Skála. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216