Badminton: Útslignar í hálvfinaluni

Badminton: Útslignar í hálvfinaluni
Miriam í Grótinum og Bjarnhild í Buð Justinussen máttu takka fyri seg í Yonex Finnish International, tá tær taptu fyri einum krútsterkum avstralskum pari í hálvfinalunum
Miriam í Grótinum (t.v.) og Bjarnhild í Buð Justinussen
Mynd: Badmintonsamband Føroya  
 
28.04.2024 - 15:46

Miriam í Grótinum (HBF) og Bjarnhild í Buð Justinussen (KBF) fingu bronsuna í Yonex Finnish International 2024, sum er partur av sonevndu Future Series hjá Badminton World Federation.

Í hálvfinaluni møtti føroyska parið einum krútsterkum pari úr Avstralia. Fleiri 100 pláss vóru ímillum á styrkislistanum hjá BWF, og tað sást eisini aftur á vøllinum, har avstralska parið vann 21-12 og 21-7.

At luttaka regluliga í altjóða góðkendu kappingunum hjá BWF er lutfalsliga nýtt hjá føroyskum badmintonleikarum, og hetta er fyrstu ferð, at føroyskir leikarar enda í topp-trý, skrivar Badmintonsamband Føroya á Facebook.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216