Mønustingari til springara

Mønustingari til springara
Fyri at gera tað skjótari at avlíva springara, er ein nýggjur mønustingari komin, sum virkar upp á sama máta sum mønustingarin til grindahval.
Síðani nýggi mønustingarin til springara kom, er hann ikki blivin royndur nakað serligt, tí so lítið av springara er hildið til
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.04.2024 - 16:09

Síðstu átta árini hevur tað verið eitt krav, at mønustingari skal verða brúktur í grindadrápi, tá ið grind verður hildin til.

Fyri fýra árum síðani varð eisini farið undir at menna ein mønustingara at avlíva springara við, men nú hann er komin, hevur hann ikki ordiliga fingið seg royndan.

- Orsøkin til tað er, at síðstu tíðina hava tað ikki verið so nógvir springarar hildnir til, sigur formaðurin í Grindamannafelagnum, Esmar Joensen.

- Summastaðni er tað ikki siðvenja at halda springara til. Men tiltikna springaradráp í Skálafirði í 2021 og tað, at kvota síðani er sett á, hvussu nógvir springarar skulu drepast, ið gera sítt.

Tíðliga í næsta mánaði fer Fiskimálaráðið at hava nýggj mønustingaraskeið, sum verða í Eysturskúlanum í Havn og Miðnámsskúlanum í Hovi.

Hoyr samrøðu við Esmar Joensen, formann í Grindamannafelagnum:

2024-04-27-Esmar-Joensen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216