Politiið liðugt við Hagen-málið

Politiið liðugt við Hagen-málið
Kanningarnar, sum norska politiið gjørdi, eftir at milliardingafrúan, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv í oktobur í 2018, er nú liðugt. Tað veit norska TV2 at siga.
 
26.04.2024 - 16:55

Samstundis váttar norska politiið fyri NRK, at maður hennara, Tom Hagen, sum millum hevur verið handtikin í málinum, ikki longur er undir illgruna fyri at hava nakað við tað at gera, at kona hansara hvarv.

Hann hevur eisini alla tíðina nokta fyri, at hann skal hava havt nakað við málið at gera.

Politiið hevur nú latið ákærumyndugleikanum í Oslo málið, og har skal støða nú takast til, hvat nú skal henda við tí.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216