Um Tórshavnar kommuna ikki vil hava tjóðleikhúsið, so verður tað flutt

Um Tórshavnar kommuna ikki vil hava tjóðleikhúsið, so verður tað flutt
Landsstýriskvinna í mentamálum sigur seg vera bilsna um, at Tórshavnar kommunu nú hevur broytt meining og ikki vil gera leigusáttmála um tjóðleikahús á Eystaru bryggju
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, undrast á, at staðsetingin av tjóðleikhúsinum brádliga aftur er komið á breddan
Mynd: Bjarni Á. Rubeksen  
 
17.04.2024 - 16:40

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Sirið Stenberg, er klár at fara í løgtingið við einum uppskotið um, at mann kann fara at søkja grunnar um pengar til at byggja føroyingum eitt tjóðleikhús.

Tað einasta, ið hevur manglað, er at fáa leigusáttmálan á Eystaru bryggju upp á pláss. 

Men nú hevur havnarnevndin í Tórshavnar kommunu hálsað um, og mælir frá at gera leigusáttmála um økið á Eystaru bryggju, har ætlanin er, at tjóðleikhúsið skal vera. 

"Tað undrar, at býráðið fyrst hevur einmælt samtykt, hvar tjóðleikhúsið skal liggja, men so noktar at gera ein leigusáttamála fyri staðfestingina," undrast Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum.

 

Kommunan sjálv valt staðsetingina

Landsstýriskvinnan í mentamálum ger greitt, at tað er Tórshavnar býráð sjálvt, ið er komið við staðsetingini á Eystaru bryggja, og at tað ikki er nakað, ið landsstýrið hevur ynskt. 

"Nú vænti eg, at málið kemur fyri aftur býráðið, og at býráðið stendur við sína samtykt. Men um tað ikki hendir, so hava vit eina heilt nýggja støðu," ásannar Sirið Stenberg, ið ikki avvísir at fara út um Havnina við tjóðleikhúsinum. 

"Um so er, at mann ikki vil hava tjóðleikhúsið í havn, so má mann fara at hyggja aðrastaðni, tí Føroyar skulu hava eitt tjóðleikhús." 

Sirid_Stenberg_um_tjodleikhusid_02_-_17042024

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216