Vinus og Vimús og spælibussurin

Vinus og Vimús og spælibussurin
Vinus og Vimús og spælibussurin
 
12.04.2024 - 07:00

Vinus og Vimús hava gjørt sær ein spælibuss. Og so ber til at koyra aftur og fram í rúminum.
Ferðaseðilin er eitt klemm.
Á veg yvir móti hillini bakkar bussurin á. Og so dettur bókin á gólv.
Tað er ein góð bók um eina moldvørpu, sum kemur upp úr moldini at vita hvussu vorðið er við sólini.
Og tá sangurin um hjólini á bussinum er liðugur, klívur Vinurin út aftur gjøgnum vindeygað, hesa ferð hevur hann fleiri stuttlig ljóðføri við.

Vimús kemur aftur við fleiri ferðsluskeltum. Men tá Vinus skal koyra bussin avstað, vil bussurin ikki koyra!

Hesa ferð fer Vinus heilt vist at tekna ein buss. Smáteknifilmarnir eru sjálvsagt eisini við.

Og so er bert eftir at siga: Góðan morgun dag gott kvøld góða nátt – og farvæl!

Hvat: Vinus & Vimús
Hvar: í sjónvarpinum og á VIT-appini og kvf.fo/vit
Nær: Í sjónvarpinum í dag kl. 18.30, og nú á VIT-appini og kvf.fo/vit
Evni: Pláss fyri øllum og øll skulu fáa.


* At brúka til bussspælið: Stórt pappstykki. Litir. Lítil pappstykkir til skeltið og hjólini á bussinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. mai
Jambalaja - 250524
175579
Leygardag 25. mai
Upp á tá
175573
Leygardag 25. mai
Vikan 25. mai 2024
175572
Leygardag 25. mai
Morgunlestur leygardagur 25. mai 2024
175333
Fríggjadag 24. mai
Vikuskiftið 24 mei 2024
175553
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 25. mai
Veðrið - teknmálstulkað
175571
Leygardag 25. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175565
Fríggjadag 24. mai
Veðrið
175555