Vinus og Vimús eru tit har?

Vinus og Vimús eru tit har?
Hevur tú smátalaraoyru og sólbrillueygu? Ert tú tá til staðar?
Smátalaraoyru og sólbrillueygu
 
05.04.2024 - 07:00

Vinus hoyrir illa eina løtu, júst tá Vimús roynir at siga frá, tí Vinus hevur smátalarar í oyrunum. Tað er nokso óheppið. Og hvat hendir so, tá ið Vinus og Vimús lata seg í brillur, sum gera alt myrkari. Tá er torført at síggja eyguni.  Tað er vert at leggja til merkis, um oyruni á tær lurta onkra aðrastaðni, og um tað ber til at síggja hvar eyguni á tær hyggja. Ert tú tá til staðar?

Hesa ferð spæla Vinus og Vimús við kort, og kortini kunnu flúgva nokk so langt, men tað er best at ansa eftir.
Og góða bókin, sum knappliga dettur úr hillini, er um eina kráku, sum alla tíðina ansar eftir!
Sangurin er um at pakka inn og pakka upp. Tá Vinus ætlar sær at syngja og spæla ein góðan sang, bankar Vinurin uppá og hevur aftur eitt nýtt ljóðføri við.

Aftur hesa ferð eru smáteknifilmarnir at síggja.

Og aftaná at hava pakka inn og pakka upp, so skal Vinus tekna alt, sum Vimús sigur, hann skal tekna.

Góðan morgun dag gott kvøld góða nátt – og farvæl!

Hvat: Vinus & Vimús
Hvar: í sjónvarpinum og á VIT-appini og kvf.fo/vit
Nær: Í sjónvarpinum í dag kl. 18.30, og nú á VIT-appini og kvf.fo/vit
Evni: Ansa eftir at vera til staðar.


* At brúka til pakkaspælið: Pakkipappír, pakkiband, saks, klistriband. Og gávu!

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216