Føroya Tele og Nema tendra 5G 15. apríl

Føroya Tele og Nema tendra 5G 15. apríl
Avtalan millum Føroya Tele og Nema fevnir um javnbjóðis atgongd til sendistøðirnar, sum Føroya Tele eigur og rekur
Arbeiðið hjá Føroya Tele at skifta alt farnetið frá Huawei til Ericsson var liðugt um ársskiftið. Tá varð Nema eisini knýtt upp í sendistøðirnar hjá Føroya Tele. (Savnsmynd)
 
22.03.2024 - 15:28

Mánadagin 15. apríl fáa viðskiftafólk hjá Føroya Tele og viðskiftafólkini hjá Nema atgongd til 5G. Tá verður alment tendrað fyri nýggju farnettøknini, skriva Føroya Tele og Nema í hvør sínum tíðindaskrivi

5G-farnetið gevur nógv størri ferð enn 4G-netið. Tað merkir, at tú kanst taka appir, filmar og annað skjótari niður á telefonina. Eisini har nógv fólk eru saman.

Arbeiðið hjá Føroya Tele at skifta alt farnetið frá Huawei til Ericsson var liðugt um ársskiftið. Tá varð Nema eisini knýtt upp í sendistøðirnar hjá Føroya Tele. 

Avtalan millum Føroya Tele og Nema fevnir um javnbjóðis atgongd til sendistøðirnar, sum Føroya Tele eigur og rekur.

Veitararnir hava atgongd til sama dekning, somu ferð og sama kapasitet, men samstarvið fevnir ikki um kjarnutøknina, sum stýrir produktum og tænastum. Hetta tryggjar framhaldandi kapping á marknaðinum, siga telefeløgini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216